Verndarbrillur, kikarar, skermbrillur o.a.

Verndarbrillur við tíni styrki

Samsjón hevur avtalu við altjóða veitaran av verndarbrillum, Safe Vision by Hoya.

Hetta eru verndarbrillur sum lúka altjóða trygdargóðkenningina EN166, eru CE merktar og hóska til arbeiðspláss bæði á landi og sjógvi - úti sum heima. 

Arbeiðsgevarin hevur ábyrgd av at tú arbeiðir í einum tryggum umhvørvi og hevur røttu verndarútgerð. Tí er tað oftast soleiðis, at arbeiðsgevarin rindar fyri verndarbrillurnar. ​

Tryggleiki fremst

Tað kann vera trupult at brúka vanligar verndarbrillur uttan á sínar egnu privatu brillur, heldur enn verndarbrillur við styrki í. Vanligu brillurnar døgga ofta, tá tær vera brúktar innanfyri grímu ella aðrar verndarbrillur. Tá kann endurskin ella ein dupult mynd ofta órógva sjónina, og í ringasta fall seta trygdina í vanda. 

Trygdarbrillur við styrki eru besta loysnin. Tú fært tí best møguligu sjónina og trygga verndarútgerð. Fyri títt arbeiðspláss hevur hetta m.a. tað virðið at starvsfólk eru á bestan hátt vard móti eygnaskaðum, og hetta er eitt gott tekin at senda til umheimin, sum virðismetir at arbeiðspláss taka trygdina í álvara.

Hvussu skalt tú velja?

Brillurnar skulu hóska til tínar arbeiðsumstøður og -uppgávur, og tú skalt kenna teg væl og tryggan í nýggju brillunum.

Bæði stell og gløs eru flokkað í tveir bólkar: S- og F-klassifisering. 

Tveir flokkar: S og F

Danska vegleiðingin sigur soleiðis:

DS:EN166-S

Modstå stålkugle Ø 22 mm, vægt 43g, hastighed 5,1 m/s.
Brillestel skal være mindst S-mærket, og glassene skal som minimum være af plast CR 39 eller hærdet mineral.
Sikkerhedsbrillerne skal yde beskyttelse mod stænk, kemiske stoffer, lettere mekanisk påvirkning, vinkelslibning eller svejsning.

DS:EN166-F

Modstå stålkugle Ø 6 mm, vægt 0,86 g, hastighed 45 m/s.
Brillestellet skal være yderligere robust og F-mærket.
Glassene skal være af polycarbonat, som kan modstå højhastighedspartikler, og som har lav energikollision og forøget robusthed.
Sikkerhedsbrillerne skal yde beskyttelse mod stænk, kemiske stoffer, vinkelslibning, svejsning og kraftig mekanisk påvirkning.

15 snið at velja íØssur í verndarbrillum frá Samsjón

Í handlinum hava vit 15 ymisk snið, sum tú kanst velja ímillum. Nøkur stell eru flokkað í S og onnur í F. Vit bíleggja tínar brillur heim við júst tíni styrki og tí glasgóðsku, sum tú velur. Stellini fáast antin í plasti ella í ´hypoallergeniskum´ rustfríum stáli, og allar hava vernd á síðuni. Kom inn í handilin og finn rætta sniðið til tín.

Næsta avgerð er gløsini

Tá sjónroynd er tikin, vita vit hvørja styrki tú hevur tørv á og møguliga bygningsfeil. Tú kanst velja millum ymisk gløs, bæði við einkultari styrki og progressiv (fleirstyrki-) gløs við ymiskum eginleikum, t.d. smalt ella breitt lesifelt og gløs við liti í. Øll gløsini eru herdað glas, sum minkar um vandan at fáa skøvur á brillurnar.

Gløsini skulu eisini hava eina brotstyrki, sum livir upp til S ella F góðkenningarnar:

  • Flokking S; er ætlað til vanlig framleiðsluvirkir ella til arbeiði á starvsstovu við lítlari mekaniskari ávirkan. Hetta glasið er til stell við í minsta lagi somu flokking (S).
  • Flokking F, er ætlað til mekaniskar verkstaðir við tyngri framleiðslum, tí hesi gløsini hava eina hægri brotstyrki. Her skal stellið eisini hava flokking F.

Fá ein faldara

Ver vælkomin inn á gólvið at síggja úrvalið av verndarbrillum ella at hoyra nærri um úrvalið og møguleikar. Vit eiga eisini ein faldara við øllum viðkomandi upplýsingum, sum tú kanst fáa við heim.

Kikarar

Samsjón hevur eitt gott úrval av kikarum. 

Um tú fæst við seyð, gongur í haga, ert nógv í báti, hevur áhuga í fugli ella bara ert vanliga forvitin, so er ein kikari eitt kærkomi amboð. Ein kikari er eisini altíð ein góð gáva at fáa, bæði hjá vaksnum og børnum.

Kom inn á gólvið og royn teir. Vit hava ymisk merkir í ymiskum príslegum.

 

 

Skíggjabrillur

- mest til starvsfólk á skrivstovum

Skíggjabrillur fyri trivnað og arbeiðsavrikFlestu arbeiðspláss lata stuðul til síni starvsfólk, um tey arbeiða nógv við skíggjar, og hava tørv á brillum. Hóast vit kalla hetta skíggjabrillur, so eru allar brillur tilpassaðar til tann einstaka og tær arbeiðsumstøður, sum viðkomandi arbeiðir í. 

Nær eru skíggjabrillur hóskandi?

Skíggjar eru týdningarmesta amboðið á nógum arbeiðsplássum í dag, og flestu av okkum sita so at siga allan arbeiðsdagin við ein skíggja. Nógv tíð við skíggjan kann geva strongd og troytt eygu. Sjónin broytist alt lívið, og vanliga henda stórar broytingar tá ein fer um tey 40 árini. Tá er vanligt at vera móð/ur í eygunum eftir loknan arbeiðsdag við skíggjan. Her er tað, at tørvurin á sokallaðum skíggjabrillum veruliga vísir seg.

Tey mest vanligu tekini um at ein hevur tørv á skíggjabrillum er høvuðpína, móð, turr og reyð eygu, umframt pínu í nakkanum og upp í høvdið. Uttan skíggjabrillur kann bæði trivnaður og avrik hjá starvsfólki vera nógv darvað.

Hvat eru skíggjabrillur?

Skíggjabrillur eru tilpassaðar arbeiðsstøðuna hjá hvørjum einstøkum. Gløsini í skíggjabrillum skulu hava ávísar eginleikar. Um tú situr í einum opnum skrivstovulandslagi hevur tú tørv á bæði at síggja inn í skermin og yvir til tínar arbeiðsfelagar. Tá hevur tú tørv á gløsum við fleiri styrkjum, um tú ikki skalt noyðast at hyggja uppum brillurnar tá tú skalt samskifta við tínar starvsfelagar. Men situr tú einsamallur í einum høli, hevur tú kanska ikki sama tørv á at síggja longri enn til skíggjan. Tá eru gløs við einkultstyrki kanska nøktandi.

Ljósið í telduskíggjum, teldlum, telefonum og sjónvørpum er vanliga eitt sterkt bláligt ljós, sum er strævið fyri okkara eygu. Skíggjabrillur hava tí eitt ljósfiltur í gløsunum, sum broytir tað bláa til eitt meira gulligt og natúrligt ljós. Tað bláa ljósið er ikki gott, tí tað tarnar framleiðsluni av svøvnfremjandi hormoninum melatonin. Bláa ljósið kann tí ávirka tína svøvnrútmu, sum aftur ávirkar tín trivnað og títt arbeiðsavrik. Skíggjabrillur eiga tí altíð at hava hetta ´blue light filter´ á gløsunum. 

Hóast ein ikki hevur tørv á brillum við styrki í, so kunnu einar brillur uttan styrki, men við bláa filtrinum í, verða gagnligar, tá ein arbeiðir við skíggjan.

Gløsini til skíggjabrillur hava eisini aðrar eginleikar, har tú, saman við optikaranum, kanst finna bestu loysnina til júst tín tørv.

Arbeiðsgevarin rindar vanliga ein part

Á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum stendur hetta:

Av síðuni www.arb.fo - Leinki: https://arb.fo/mangan-spurt

Flestu arbeiðsgevarar rinda upp til eina ávísa upphædd í stuðli til hvørt starvsfólk fyri skermbrillur. Spyr tín arbeiðsgevara hvør upphæddin hjá tykkum er. Hjá Samsjón gera vit vanliga soleiðis, at fyrst rindar tú sjálv/ur fyri brillurnar og fært kvittan við, har tað týðiliga er viðmerkt at hetta eru skíggjabrillur. Síðani kanst fara til tín arbeiðsgevara við kvittanini, sum so rindar tær stuðulin ella alla upphæddina.

Vilt tú vita meira um skíggjabrillur, ert tú sjálvandi vælkomin at tosa við okkum.
Annars kunnu vit eisini vísa til síðuna hjá danska felagskapinum Øjenforeningen, har tú kanst lesa meira um skíggjabrillur. 

Sjóneykur - ymiskir luppar

Samsjón hevur bæði størri og smærri luppar á handilshillini. Teir eru av merkinum Astro. Hesir vera nógv brúktir m.a. í kvøldskúlum og til ymisk handverk, har eitt gott arbeiðsljós kemur væl við. 

 

 

 

 

 

 

 

 

Svimjibrillur við styrki

Dømi um svimjibrillur við styrkiVit selja eisini svimjibrillur við styrki.

Spyr okkum um snið og møguleikar annars.