Hví venja sjónina?

Eygu og sjón – tað er hvør sítt. Vit hava øll tvey eygu. Hvørt eyga sendir hvør sína “mynd” til heilan, sum heilin so smeltar saman til eina mynd. Soleiðis uppliva flest okkara heimin.

Men summi hava trupulleikar við sjónini, har ið heilin ikki dugir at samskipa tað, sum bæði eyguni síggja. Tað eru ikki eyguni, sum feila nakað. Tað er heilin, sum skal venjast. Samsjón er einasti stað í Føroyum, har ið tú kanst fáa hjálp við hesum. Vit geva fólki ein nýggjan máta at síggja heimin.

góð samsjón
er
IKKI EIN Sjálvfylgja

Ein samsjón er førleikin hjá eygunum at samstarva. Eitt gott samstarv millum eyguni, góð fokuseringsevni og neyvar eygnarøslur gera sítt til at geva okkum eina smidliga sjón, tá vit t.d. eru til arbeiðis, í skúla, í ferðsluni ella íðka ítrótt.

Kanningar vísa, at uml. 15 % av øllum børnum og vaksnum hava samsjónstrupulleikar í størri ella minni mun. Hetta elvir til nógvan ampa í gerandisdegnum, t.d kann lesing og fínmotoriskt arbeiði vera trupult. Teir flestu samsjónstrupulleikarnir kunnu tó bøtast um við sjónvenjing.

Hvussu veit mann, um mann hevur trupulleikar við samsjónini?

Tað finnast mong ymisk tekin um samsjónstrupulleikar. Hjá skúlabørnum kemur hetta oftast til sjóndar í 3. ella 4. flokki, tá ið barnið ikki mennir sínar lesiførleikar við somu ferð sum floksfelagarnir. Tá kann barnið longu vera tvey ella fleiri floksstig aftanfyri í lesing.

Hjá smærri børnum og vaksnum er tað annað, sum kann vera tekin um, at samsjónin ikki er nøktandi. Sí niðanfyri:

Sjónvenjing er samansett av grov- og fínmotoriskum venjingum, sum styrkja um førleikaN at NÝTA sjónina í gerandisdegnum – tá IÐ tú lesur, arbeiðir við teldu, koyrir bil ella íðkar ítrótt.

Í summum førum er sjónvenjing tann besta loysnin. Sjónvenjing snýr seg ikki bara um eyguni, men er ein samansett tilgongd, har ið allur kroppurin samvirkar. Tí verður arbeitt við nógvum ymiskum økjum í senn. Eitt nú:

  • Eygnarørslur (fylgirørslur)

  • Fokuseringsevni (síggja klárt)

  • Fikseringsevni (síggja einkult)

  • Samsjón (samarbeiði millum eyguni)

  • Orientering (perifera sjónin)

  • Dýpdarfatan (3D)

  • Koordinatión (sjón og rørsla)

  • Javnvág

  • Visuel savnan (blívur ikki órógvaður av óviðkomandi sansainntrykkum)

  • Kropstilvitan (hvar eru likamslutirnir í mun til hvønn annan)

  • Visualiseringsevni (minnast í myndum)

  • Visuel perseptión (skilja tað, sum mann sær) 

OFTA
spurt

fá sjón fyri søgn

Við loyvi frá foreldrum og børnum hava vit endurgivið summi, sum hava fingið gagn av sjónvenjing frá okkum.

Kanska tú kennir teg aftur?

bið um tíð

Eini 30-40 børn og vaksin eru í sjónvenjingarkalendaranum í senn. Vikan er býtt upp soleiðis, at eg arbeiði við sjónvenjingum mánadag, mikudag og fríggjadag. Hevur sjónvenjing tín áhuga, ert tú vælkomin at biðja um tíð. Ofta ber til at sleppa framat rímiliga skjótt.

Týsdag, hósdag og leygarmorgun er handilin opin, og fólk kunnu støkka inn á gólvið. Tá taki eg sjónroyndir og arbeiði annars við brillum o.ø.