Tænastur

Sjónkanningar, brillur, sjónvenjingar, kikarar, verndarbrillur við styrki og skermbrillur

Vit gera bæði vanligar og víðkaðar sjónkanningar, har vit altíð leggja dent á fakligt nærlagni og góða tænastu.

Vit hava serkunnleika í at geva serligar venjingar fyri samsjónstrupulleikar hjá børnum, ungum og vaksnum. Hetta kallast sjónvenjing – á donskum synstræning og á enskum visual therapy. 

Í handlinum hava vit altíð eitt fjølbroytt úrval av tíðarhóskandi og góðum brillum til fólk í øllum aldri. Vit hava eisini eitt gott úrval av kikarum, sjóneykum og øðrum tilhoyri.

Haraftrat hava vit fleiri snið av verndarbrillum, sum kunnu bíleggjast við júst tíni styrki. Brillurnar hava altjóða góðkenning. 

Vit eru eisini virkin á facebook og Instagram. Har kanst tú m.a. fylgja við nær vit fáa nýggja vøru og lesa um fleiri góð úrslit av sjónvenjing, sum viðskiftafólk hjá Samsjón hava fingið. Trýst her.

Um tú vilt vita meira ella bíleggja eina tíð, ert tú vælkomin at ringja ella skriva, so avtala vit eina tíð, sum passar tær. Ring á fartelefon 250 800 ella skriva til samsjon@samsjon.fo.

Vinarliga
Karina Højgaard, aut. optikari, sjónvenjari og motorikkvegleiðari

 

Fakligt nærlagni og góð tænasta!