Brillubúðin umbygd, útbygd og dagførd
Fríggjadagin 29. mai 2026 var 10-ára-føðingardagur hildin hjá Samsjón. Vit høvdu opið hús og bjóðaðu køku og ymiskt at drekka. Nógv fólk komu á gátt og tað var ein sera hugnaligur dagur. Nú er brillubúðin dupult so lekkur, dupult so stór - og við dupult so nógvum brillum. Vit hava eisini fleiri nýggj merkir. Hillarnar eru á tremur við nýggjum flottum brillum til bæði kvinnur, menn og børn.
Sera gott tilboð allan junimánað: Keyp einar brillur við tínari styrki - og fá einar sólbrillur við somu styrki ókeypis. Tað munar!
nýggjar
brillur?
Eitt er at síggja gott út. Nakað annað er at síggja væl. Samsjón kann hjálpa tær við báðum. Vit hava brillur til allar aldursbólkar og til einhvønn tørv.
Fakligt nærlagni
og góð tænasta
Ein vitjan hjá Samsjón byrjar við eini samrøðu og sjónkanning. Flestu koma til kanningar fyri at fáa brillur, men vit gera eisini sjónvenjingar til tín, sum hevur trupulleikar við SAMsjónini.
føroya
einasti sjónvenjari
Vit hava serkunnleika at venja børn, ung og vaksin við samsjónstrupulleikum. Eisini fólk við seinheilaskaða kunnu fáa góða hjálp av sjónvenjing.
fá sjón fyri søgn
Við loyvi frá foreldrum og børnum hava vit endurgivið summi, sum hava fingið gagn av sjónvenjing frá okkum.
Kanska tú kennir teg aftur?
situr tú nógv við teldu?
Flestu arbeiðspláss lata stuðul til starvsfólkini, um tey sita nógv við telduna og arbeiða og sostatt hava tørv á skermbrillum. Skermbrillur laga seg til júst tíni eygu og tær arbeiðsumstøður, sum tú arbeiðir í.
Bið um tíð TIL
SJÓNKANNING
Tú ert vælkomin at umbiðja tíð til sjónkanning beinleiðis í okkara kalendara. Um tíðirnar í kalendaranum ikki passa tær, ert tú vælkomin at skriva ella ringja til okkara. Vit plaga at finna eina loysn og eina tíð.