Søgan um búmerkið
Búmerkið ímyndar ein ´Brocks string´, sum er ein av mongum venjingarútgerðum til sjónvenjing. Brocks string er ein endi við nøkrum kúlum á. Venjingin inniber at persónurin skal halda endan inn at nøsini og síðani venja m.a. við at skifta fokus á tær ymisku kúlurnar. Hetta stimbrar samstarvið millum bæði eygu.
Eftir hugskoti frá Samsjón teknaði Qodio búmerkið í 2016. Tá Samsjón víðkaði virksemið í november 2021 til eisini at umfata brilluhandil endurnýggjaði Jenny Kjærbo, miðlagrafikari búmerkið.