brillur til einhvønn TØRV

Vit leggja okkum eftir at hava eitt fjølbroytt og tíðarhóskandi úrval – okkurt til øll og til allar aldursbólkar. Vit hava bæði brillur til tey djørvu, sum vilja bera brillur við karakteri, umframt brillur til tey stílreinu, sum vilja hava einar snøggar og klassiskar brillur. Eisini hava vit smartar og haldgóðar brillur til børn.

Úrvalið er fjølbroytt, og sniðini tíðarhóskandi, og stellini og gløsini í bestu góðsku. Vit geva okkum góða tíð at vegleiða og at hjálpa tær at finna tað rætta stellið og gløsini – júst til tín tørv.

Nýtt frá

Le parc

Vørumerki

Imago

Imago Titanium

Imago Ultra light

Imago Verde

EsCHenbach

Humphrey´s

Titanflex

Titanflex kids

JOS

William Morris

William Morris London

William Morris Black label

Charles Stone

Le parc

Visionario

Seventh street

Tommy hilfiger

Thomsen DENMARK

Titanium

Indvidual

Comfort

Comfort KIDS

SITUR TÚ NÓGV
VIÐ TELDU?

Flestu arbeiðspláss lata stuðul til starvsfólkini, um tey sita nógv við telduna og arbeiða og sostatt hava tørv á skermbrillum. Skermbrillur laga seg til júst tíni eygu og tær arbeiðsumstøður, sum tú arbeiðir í. 

KANNA SJÓNINA

VANLIG SJÓNKANNING

30-45 min.

Hetta er ein sjónkanning, har ið kannað verður, um tú ert langsýnt/ur, nærsýnt/ur og møguliga hevur bygningsbrek. Um sjónin bilar, er vanligasta loysnin at fáa brillur. 

Vit kanna sjónina sum heild og hyggja m.a. at, hvussu væl eyguni samstarva (t.e. samsjónin); hvussu góð fokuseringsevnini eru; og hvussu væl tu sært í 3D.

Vísir kanningin, at sjónin ikki er nøktandi, fært tú eina góða frágreiðing um, hvørjir møguleikar eru, um tað er best at fáa brillur/linsur, ella um tú kanska hevði fingið størri gagn av sjónvenjing.

Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at keypa nýggjar brillur frá okkum – og tá er kanningin púrasta ókeypis! Ynskir tú einans at gera kanningina og fáa brillureseptina útflýggjaða, ber tað eisini til. Tá taka vit eitt gjald fyri ómakin.

VÍÐKAÐ SJÓNKANNING

Upp til 1 ½ tíma

Hetta er ein víðfevnd sjónkanning bæði í optikarastólinum og við øðrum mátitólum á klinikkini, sum vísa, hvussu eyguni samstarva og virka sum heild.

Vit kanna m.a.:

  • Eygnarørslur (fylgirørslur)

  • Fokuseringsevni (at síggja klárt – við skifti frá nær til fjar og øvut)

  • Samsjón (hvussu væl eyguni samstarva)

  • 3D-sjón (dýpd)

  • Koordinatión (sjón og rørsla)

  • Visualiseringsevni (at minnast í myndum)

  • Visuel perseptión (hvussu tú kognitivt megnar at fata og formidla tað, ið tú sært)

  • Primitivu refleksini

  • Kropsligu javnvágina (labyrint-sansurin, taktil-sansurin og kinæstesi-sansurin)

Um so er, at kanningin vísir, at eyguni hvør í sínum lag síggja nóg væl, men at tey ikki hava eitt nøktandi samstarv, kann væntast, at vit viðmæla sjónvenjing. Hetta eru neyvt tilrættislagdar venjingar til tørvin hjá hvørjum einstøkum, sum kunnu bøta um teir førleikar, sum kanningin vísur eru niðursettir.

bið um tíð til
sjónkanning

aðrar vørur

Umframt vanligar brillur og skermbrillur, selja vit eisini hópin av øðrum vørum til tín, sum vil forkela eyguni. Vit hava eitt nú verndarbrillur til arbeiðsfólk umframt ymiskt so sum kikarar, luppar og enntá svimjibrillur við styrki.

Um Samsjón