Um Samsjón
Fakligt nærlagni og góða tænastu!
Hetta er tað, vit leggja dent á hvønn dag. Vit eru fyrst og fremst áhugað í at finna bestu og smidligastu loysnina til hvønn einstakan. Nøgd viðskiftafólk eru meira verd enn nøkur dýrt keypt lýsing.
Samsjón byrjaði í 2016 sum ein sjónvenjingarklinikk burturav. Fyrstu árini vóru vit í hølum í Saltangará, men fluttu til Skála um várið í 2019. Virksemið varð víðkað í november 2021 til eisini at umfata sølu av m.a. brillum og kikarum.
Ein vitjan hjá Samsjón byrjar vanliga við eini sjónkanning, samrøðu og greining av tíni sjón. Flestu koma til kanning fyri at fáa brillur, men hevur tú aðrar trupulleikar við sjónini enn vanliga niðursetta sjón, so kann henda seg, at vit viðmæla tær at ganga til sjónvenjing. Hetta hava nógv fingið stóra gleði av. Síggja vit aðrar trupulleikar ella sjúkutekin í tínum eygum, senda vit teg sjálvandi víðari til eygnalækna.
Aut. optikari, sjónvenjari og motorikkvegleiðari
Eg eiti Karina Højgaard og eri autoriseraður optikari (optometrist), sjónvenjari og motorikkvegleiðari.
Eg varð útlærd sum optikari (autoriseraður optometrist) á optikaraskúlanum í Keypmannahavn í 2009. Atknýtti lærustovnurin var Synoptik. Eftir loknan lestur fekk eg arbeiði í ketuni Profil Optik í Keypmannahavn, har eg kom runt til fleiri ymiskar optikhandlar at arbeiða. Har var eg í uml eitt ár til eg flutti heim aftur til Føroyar.
Í 2010 fluttu familjan og eg heim til Føroyar at búgva. Frá 2011 til 2014 var eg í starvi í optikhandlinum Skilling í SMS. í 2016 tók eg stig til at stovna egið virki. Fyrstu fimm árini arbeiddi eg burturav við sjónkanningum og sjónvenjingum. Her upplivdi eg nógvar gleðiligar løtur, har børn megnaðu at venja sína sjón og styrktu munandi um sínar lesiførleikar, motorikk, sjálvsálit og lívsgóðsku sum heild. Í november 2021 víðkaði Samsjón sítt virksemi, og selja vit nú eisini brillur, verndarbrillur við styrki, kikarar o.a.
Sjónvenjari
Eyka útbúgvingina til sjónvenjara havi eg tikið á skeiðum í Danmark og Noregi síðani 2012. Hetta er eitt fakøki í skjótari menning, og luttaki eg tí regluliga á skeiðum, ráðstevnum og á fundum.
Higartil havi eg tikið skeiðini við servitan um hesi økir:
- Visiomotoriskir trupulleikar
- Innlæringartrupulleikar í sambandi við sjónina
- Skeitan og dovið eyga
- Viðgerð av sjónini hjá fólki við seinheilaskaða
Við hesi útbúgving kann ein optikari víðka sína tænastu til eisini at umfata sjónvenjing til teir kundar, sum kunnu hava gleði av hesum.
Undirvísarar í sjónvenjing hava verið m.a.:
- Hans Tærsbøl frá Roskilde Synspleje
- Mogens Henriksen frá Synsplejeklinikken, Auning.
- Steen Aalberg frá Synsplejeklinikken, Sønderborg.
- Dr. Poul Harris, ein av mest viðurkendu undirvísarum og sjónvenjarum í USA.
Motorikkvegleiðari
Útbúgvingina til motorikkvegleiðara tók eg á trimum modulum, sum Vends motorik- og naturskole hevði í Føroyum í 2017. Henda útbúgving stuðlar væl undir arbeiðið við sjónvenjing, tí tá verður m.a. arbeitt við bæði fínmotorikki og grovmotorikki. Sjónin er ein integreraður partur av samlaða kropsliga motorikkinum.