Sjónkanningar

Fyrsta treyt fyri at tú fært bestu hjálpina, er ein røtt og nærløgd sjónkanning!
Hjá Samsjón fært tú altíð eina gjølla kanning og munnliga frágreiðing.
Vit gera vanliga tvey sløg av kanningum, alt eftir hvør tørvurin er.

Vanlig sjónkanning (brillu-resept)

- Vænta eini 30-45 min.

Hetta er ein sjónkanning, har kannað verður um ein er langsýntur, nærsýntur og møguliga hevur bygningsfeil. Um sjónin bilar er vanligasta loysnin at fáa brillur. 

Í hesi kanning verður eisini kannað, hvussu sjónin virkar sum heild. Her verður tað m.a hugt at, hvussu væl eyguni samstarva (samsjónin), hvussu góð fokuseringsevnini eru, hvussu væl ein sær 3D og ymiskt annað.

Vísir kanningin at sjónin ikki er nøktandi, fært tú eina góða frágreiðing um hvørjir møguleikar eru, um tað besta er at fáa brillur/linsur, ella um tú hevði fingið stórri gagn av sjónvenjing.

Tú ert sjálvsagt vælkomin at keypa brillur frá Samsjón. Í so fall er sjálv kanningin ókeypis! Ynskir tú einans at gera kanningina og fáa brillureseptina útflýggjaða, ber tað eisini til. Tá taka vit eitt gjald fyri kanningina og reseptina. 

Víðkað sjónkanning  

– Kann taka upp til 1 1/2 tíma.

Hetta er ein umfatandi sjónkanning bæði í optikarastólinum og við øðrum mátitólum á klinikkini, sum vísa hvussu eyguni samstarva og virka sum heild.

Her verður m.a. kannað:

  • Eygnarørslur (fylgirørslur)
  • Fokuseringsevni (at síggja klárt við skifti frá nær til langt og øvugt)
  • Samsjón (hvussu væl eyguni samstarva)
  • 3D-sjón (dýpd)
  • Koordinatión (sjón og rørsla)
  • Visualiseringsevni (at minnast í myndum)
  • Visuel perceptión (hvussu megnar ein kognitivt at fata og formidla tað ein sær)
  • Primitivu refleksini
  • Kropsliga javnvágin (labyrint-sansurin, taktil-sansurin og kinæstesi-sansurin)

Um so er, at kanningin vísir, at eyguni hvør í sínum lagi síggja nóg væl, men at tey ikki hava eitt nøktandi samstarv, kann væntast at vit viðmæla sjónvenjing. Hetta eru neyvt tilrættislagdar venjingar til tørvin hjá hvørjum einstøkum, sum kunnu bøta um teir førleikar, sum kanningin vísur eru niðursettir.

Tú fært sjálvsagt fyrst møguleikan at fara heim at hugsa teg um, um hetta er nakað fyri teg, og um tú hevur tíð og orku at venja eini 20 min. dagliga í eina tíð. 

Les meira um sjónvenjing aðrastaðni á síðuni. Vit hava eisini ein faldara um sjónvenjing.

Bílegg tíð til sjónkanning HER