“At koma til Samsjón hevur verið frelsan fyri Andrias og okkum”, sigur ein væl nøgd mamma

17.01.2021

"Andrias er so nógv broyttur á øllum økjum. Sjálvsálitið og áræðið er vorið einastandandi gott. Glaður, initiativríkur og frælsur í rørslu og atburði. Venjingarnar hjá Samsjón eru eina og aleina orsøk til at Andrias lesur væl og aldurssvarandi í dag. Lívið er so nógv lættari."

"At koma til Samsjón hevur verið frelsan fyri Andrias og okkum."

Hetta skrivar mamma Andrias m.a. í eftirmetingini, sum øll viðskiftafólk fáa møguleika at lata inn, tá tey eru komin á mál við venjingum hjá Samsjón. Við loyvi frá mammuni endurgeva vit her nøkur brot úr hennara eftirmeting:

"Andrias er so nógv broyttur á øllum økjum. Sjálvsálitið og áræðið er vorið einastandandi gott. Glaður, initiativríkur og frælsur í rørslu og atburði.
Venjingarnar hjá Samsjón eru eina og aleina orsøk til at Andrias lesur væl og aldurssvarandi í dag.
Lívið er so nógv lættari. At fara í skúla og at trívast er ongin trupulleiki í dag.
Bókliga og kensluliga hevur hetta verið fantastiskt fyri Andrias. Mentalt er hann sera nógv broyttur.
Vit fara til alla tíð at viðmæla Samsjón.
Andrias er fullkomiliga broyttur. Alt bert til hansara fyrimun. Ein fantastisk ferð, sum vit framhaldandi fara at stimbra."

Hetta eru rørandi orð at fáa sum eftirmeting frá Andriasi og familjuni. Hvønn dag hava tey gjørt venjingar heima, og trúføst hava tey vitjað á klinikkini uml. triðju hvørja viku og fingið nýggjar venjingar við heim. Eftir uml. eitt ár eru tey komin so langt, sum Samsjón megnar at hjálpa teimum. Her vísti endaliga kanningin eisini góð úrslit bæði í lesiferð og øktari samsjón.

Størsta heiðurin fyri góðu úrslitini eigur Andrias sjálvur. Hann hevur veruliga víst, at við sterkum vilja og áhaldni kann man koma langt. Og at hava eina stuðlandi familju er ikki at forsmáa.

Gott kempað Andrias.
Samsjón ynskir tær hjartaliga tillukku við úrslitinum, og bestu ynskir framyvir.