Hondbóltspæl er gott fyri sjónina

29.01.2024

Motorikkur er eisini í eygunum.

Í Góðan Morgun Føroyar í morgun var eitt evni børn og motorikkur. (sí leinki til samrøðuna niðast í hesi grein.)
Tað er ein vaksandi trupulleiki í dag, at fleiri og fleiri børn ikki mennast nóg væl motoriskt. Hetta síggja vit eisini í okkara klinikk.

Tætt samband er millum rørslu og sjón. Ein góð sjón er ikki bert at síggja klárt. Tað ræður um at hava smidligar sjónsførleikar, so tú m.a. lætt kanst flyta eyguni eftir eini reglu, tá tú lesur orð og bókstavir og lætt kanst skifta ímillum at hyggja langt og stutt, tá tú til dømis skalt lofta ella sparka ein bólt.

Bóltspøl, sum t.d. hondbóltur, seta stór krøv til sjónina. Tá málmaðurin t.d. kastar bóltin fram til vongspælaran, sum fer í skjótálop, krevst nógv av sjónsførleikunum hjá leikaranum. Samstundis, sum hann rennur við fullari ferð, skal hann síggja bóltin við síni periferu sjón. Bólturin ferðast skjótt og leikarin skal laga sína renning eftir at møta bóltinum júst í røttu løtu, tá hann skal lofta bóltinum. Hetta eydnast bert, um leikarin hevur eina smidliga sjón.

Samsjon hevur arbeitt við sjónvenjing síðani 2016, og hava nógv børn og vaksin gjørt stór framstig við neyvt tilrættisløgdum venjingum júst til tørvin hjá tí einstaka. Flestu leita sær hjálp hjá Samsjón, tí tey hava ilt við at lesa ella at hugsavna seg, hóast tey halda seg síggja nóg væl. Tá kann tað ofta vera galið við samsjónini, og tá kunnu vit hjálpa.

Tú kanst lesa meira um sjón, motorikk og venjingar á heimasíðuni.
https://samsjon.fo/sjonvenjing

Koyrið á, Føroyar!

Samrøðan í Kvf kann hoyrast her.