Motorikkur, sansir og sjón
Vitjan á Lítlafløtti, dagstovni á Strondum
Tað var eitt gott upplivilsi at halda fyrilestur fyri áhugaðum starvsfólki á dagstovninum Lítlifløttur í Sjóvar kommunu í gjár 16. mai 2023. Fyrilesturin hevði heitið: Motorikkur, sansir og sjón, sum er mítt fakøki.
Umframt at vera vanligur optikari, gera sjónkanningar og selja brillur, so arbeiði eg við sjónvenjing. Tað eru motoriskar venjingar til børn, ung og vaksin, sum hava trupult við at fáa eyguni at samstarva, og tískil eisini trupult við at hugsavna seg m.a. um lesing. Eyka útbúgving sum motorikkvegleiðari gevur mær eisini gott grundarlag at tosa um sambandið millum rørslu, sansir og sjón.
Lítlifløttur hevur eitt serdeilis fjølbroytt og motoriskt mennandi útiøki, har góðir møguleikar eru hjá børnunum at fáa sansirnar ríkiliga stimbraðar.
Túsund takk fyri eitt gott kvøld!