Marjun fekk styrkt áræði til lívið

26.10.2020

Eftir venjingar er samsjónin nú góð, og eygnarørslurnar eru sera flottar og smidligar. Tað gongur betri at lesa og skilja skilja teksin. Hon lesur skjótari, og heimaarbeiði kennist lættari. Eisini kroppsliga javnvágin er betri.

Marjun kennir seg minni móða, hevur fingið meira orku, roynir fleiri nýggj ting, hevur fingið stórri sjálvsdisciplin og er glaðari. 

Marjun kom til Samsjón, tí tað var trupult at lesa og hugsavna seg. Hon sá viðhvørt dupult, orðini kundu flóta saman, og hon kom til at leypa orð og reglur um.

Kanningin vísti, at samsjónin var niðursett, javnvágin var torfør, eygnarøslurnar vóru hækkandi og ójavnar, og nøkur av teimum primitivu refleksunum vóru enn ikki burtur.

Vit settu eina venjingarætlan saman, sum Marjun sera røsk hevur vant heima hvønn dag.

Tey primitivu refleksini eru nú integrerað, so tey ikki órógva meira. Samsjónin er góð og eygnarørslurnar eru sera flottar og smidligar. Tað gongur betri at lesa og skilja tekstin, hon lesur skjótari, og heimaarbeiði kennist lættari. Eisini kropsliga javnvágin er betri.

Marjun kennir seg minni móða, hevur fingið meira orku, roynir fleiri nýggj ting, hevur fingið stórri sjálvsdisciplin og er glaðari. 

Super flott kempað Marjun. 

Samsjón ynskir tær hjartaliga tillukku við úrslitinum, og bestu ynskir framyvir.