Sjón og innlæring

18.10.2022

Ein væl virkandi sjón fremur innlæringina og styrkir sjálvsálitið.

Lesing er multitasking

Tá eitt barn skal læra at lesa, krevur tað nógv av bæði sjón og kroppi. Fyrst skulu eyguni samstarva fyri at kunna stilla klárt á bókstavirnar í bókini og skilja tekstin. Haraftrat skulu eyguni flyta seg fram eftir eini reglu, so tey ikki leypa orð um, ella missa vekk har tey eru komin til.

Harafturat krevst at barnið kann hugsavna seg og útiloka órógvandi sjónsinntrykk, so sum at síðumaðurin vaggar á stólinum, ella at aðrir næmingar spæla úti í skúlagarðinum.

Grovmotorikkur og fínmotorikkur

Grovmotorikkurin hevur stóran týdning fyri innlæringina hjá barninum. Tá ein megnar neyvt at ætla, hvussu kroppurin skal røra seg, styrkjast eisini førleikarnir at lesa. Hetta tí at grovmotorikkurin (høvd, armar og bein) er grundlagið undir fínmotorikkinum (eygu, tunga, fingrar og tær).

Lesing er at minnast í myndum

Visualiseringsevnini eru sera týdningarmikil fyri at barnið lættari kann hugsa og minnast í myndum. Tað betrar um støddfrøðiligu fatanina og staviførleikan, soleiðis at tað blívur lættari at minnast, og at skilja tað, sum verður lisið.

Sjónvenjing kann hjálpa

Lesitrupulleikar kunnu í ringasta føri hava við sær, at evnarík og virkin børn missa hugin at ganga í skúla ella íðka ítrótt. Sjónvenjing kann geva hesum børnum hugin aftur, soleiðis at tey uppliva tað at lesa, sum stuttligt og spennandi, ístaðin fyri eina tyngjandi skyldu.

Venjingin fær barnið til at brúka síni evnir optimalt og hjálpir til at geva barninum sjálvsálitið aftur.