Brilluhandilin letur upp

18.11.2021

Opið hús í tríggjar dagar, 25. - 27. november 2021

Samsjón víðkar nú sítt virksemi við at lata optikhandil upp. Handilin er í somu hølum, har sjónsklinikkin longu hevur verið í eina tíð - á ovaru hædd hjá matvøruhandlinum Skálanum á Skála. Handilin er fullur av nýggjum brillum bæði til vaksin og børn. Vit hava innrættað og riggað til í fleiri vikur, og eru nú sera spent at taka ímóti kundum og teimum, sum bert hava hug at heilsa uppá.

Hesar fyrstu tríggjar dagarnar hava onnur virkir her á loftinum hjá Skálanum eisini opnar dyr, og saman bjóða vit drekkamunn og okkurt gott aftur við. Vit gleða okkum at síggja tykkum hósdag, fríggjadag ella leygardagin.

Móttøkan var fløvandi

Eftir fyrsta upplatingardag skrivaðu vit soleiðis á Facebook: Í dag var fyrsti dagur at optikhandilin hjá Samsjón var opin. Heilt fitt av fólki stukku inn á gólvið at heilsa uppá, ynskja tillukku og góða eydnu. Fleiri nýttu eisini høvið at bíleggja sær brillur og tíð til sjónkanning.
Hjartaliga takk fyri hesa góðu móttøku, sum vit upplivdu í dag, - og eisini hava upplivað langt áðrenn handilin lat upp.
Vit gleða okkum longu til í morgin og leygardagin, tá opið hús heldur fram við køkum, karamellum, mandarinum og drekkamunni.
Vit síggjast fríggjadagin kl 10-18 og leygardagin kl 10-18.