Nathan vann á lesitrupulleikunum

30.10.2021

Lesur skjótari, hevur betri úthaldni, og skilir betri tað, sum hann lesur.

Nathan hevur gingið til sjónvenjing í 9 mánaðir og hevur gjørt ómetaliga stór framstig.
Samsjón hevur lagt venjingarætlan og fylgt við menningini, men Nathan hevur gjørt tað stóra arbeiðið. 
Millum fleiri flott framstig kann nevnast lesingin, sum var ein avbjóðing. Har gjørdi hann stór lop, og lesur nú væl skjótari, í longri tíð, og hevur lættari við at skilja tað, hann lesur.

Sera væl arbeitt Nathan. Tú ert ein sannur meistari. 

Samsjón ynskir tær alt tað besta framyvir.