Laura hevur fingið betri samsjón
Eftir at hava verið hjá optikara, fekk Laura boð um at sjónin var góð, men at samsjónin var niðursett.
frelsan fyri Andrias
“At koma til Samsjón hevur verið frelsan fyri Andrias og okkum”, sigur ein væl nøgd mamma
Marjun fekk styrkt áræði til lívið
Eftir venjingar er samsjónin nú góð, og eygnarørslurnar eru sera flottar og smidligar.
Nathan vann á lesitrupulleikunum
Lesur skjótari, hevur betri úthaldni, og skilir betri tað, sum hann lesur.
bið um tíð til sjónvenjing
Eini 30-40 børn og vaksin eru í sjónvenjingarkalendaranum í senn. Vikan er býtt upp soleiðis, at eg arbeiði við sjónvenjingum mánadag, mikudag og fríggjadag. Hevur sjónvenjing tín áhuga, ert tú vælkomin at biðja um tíð. Ofta ber til at sleppa framat rímiliga skjótt.
Týsdag, hósdag og leygarmorgun er handilin opin, og fólk kunnu støkka inn á gólvið. Tá taki eg sjónroyndir og arbeiði annars við brillum o.ø.