lívið kennist lættari fyri jógvan

Vaksin kunnu eisini fáa gleði av sjónvenjing. Tað fekk Jógvan. Hann kom til Samsjón, tí tað kendist møtumikið at lesa. Tá hann skuldi hyggja nær at onkrum, sá hann ofta dupult. Eisini fekk hann lættliga sjóverk, tá hann læs, teknaði ella gjørdi nærarbeiði sum bilmekanikari.

Ein víðka sjónkanning varð gjørd, sum vísti at samsjónin var niðursett, og at evnini at snara eyguni inn vóru nógv niðursett. T.v.s. at tá arbeiðast skuldi við nærarbeiði, lesa, tekna, puttlast við eitthvørt tætt uppá, bleiv tað dupult og alt loyp saman.

Ein venjingarnarætlan bleiv gjørd, sum skuldi hjálpa uppá júst hesar trupulleikar. Nú eftir uml. 7 mánaðir við venjing uml. 15-20 min. dagliga, er hann komin á mál, og hevur gjørt tey framstig, sum miðað vóru eftir frá byrjan.

Umframt at samsjónin nú er upp á pláss, merkir hann eisini, at hann er minni móður, orkar betri at lesa í longri tíð, hevur betri koordinatión av rørslunum, og fær sum heild meir burturúr degnum.

Samsjón takkar fyri gott samstarv og ynskir Jógvan alt tað besta.

Previous
Previous

Marjun fekk styrkt áræði til lívið

Next
Next

Nathan vann á lesitrupulleikunum