Laura hevur fingið betri samsjón

Frá at orðini flóta saman, tá hon læs og við niðursettari lesiferð, gongur nú munandi betri við lesingini. Hon sigur m.a. frá, at hon loypir ikki orð um meira, heimaarbeiðið kennist lættari og tekur styttri tíð. Eisini lesur hon skjótari og megnar at koyra á í longri tíð.

Eftir at hava verið hjá optikara, fekk Laura boð um at sjónin var góð, men at samsjónin var niðursett.

Tá Laura kom til Samsjón greiddi hon frá, at hon upplivdi at bókstavir og orð fóru út av fokus og kundu ristast, eisini kundu orð flóta saman og kom hon ofta til at leypa orð um, tá hon læs. Hetta hevði við sær at lesiferðin var niðursett og hugurin at lesa sera lítil. Kanningin vísti niðursetta samsjón, og bæði eygnarørslur, úthaldni av tí visuellu skipanini og fokusering vóru niðursett.

Laura hevur vant dúgliga, og er nú komin flott á mál við venjingini. Samsjónin er komin upp á pláss, og er bæði góð og vælvirkandi. Frá at orðini flóta saman tá hon læs og við niðursettari lesiferð, gongur nú munandi betri við lesingini. Hon sigur m.a. frá, at hon loypir ikki orð um meira, heimaarbeiðið kennist lættari og tekur styttri tíð. Eisini lesir hon skjótari og megnar at koyra á í longri tíð.

Flott kempað, Laura!

Samsjón ynskir tær hjartaliga tillukku við úrslitinum og bestu ynskir framyvir.

Next
Next

frelsan fyri Andrias