Um samsjón

Eg eiti Karina Højgaard, og eg eri autoriseraður optikari, sjónvenjari (neuro-optometristur) og motorikkvegleiðari. Samsjón byrjaði í 2016 sum ein sjónvenjingarklinikk. Fyrstu árini vóru vit í hølum í Saltangará, men vit fluttu til Skálar á vári í 2019. Virksemið varð víðkað í november 2021, tá ið vit eisini fóru at selja brillur (og kikarar og annað gott).

Ein vitjan hjá Samsjón byrjar vanliga við eini sjónkanning, samrøðu og greining av sjónini. Tey flestu koma til kanningar fyri at fáa brillur, men hevur tú aðrar trupulleikar við sjónini, so viðmæla vit tær at koma at ganga til sjónvenjing. Hesum hava mong fingið stóra gleði av.

lívs-
rensl

ÚTBÚGVING

Eg varð útlærd sum optikari á optikaraskúlanum í Keypmannahavn í 2009. Atknýtti lærustovnurin var Synoptik. Eftir loknan lestur fekk eg arbeiði í ketuni Profil Optik í Keypmannahavn, har ið eg arbeiddi í ymiskum optikkhandlum. Har var eg í uml. eitt ár, áðrenn eg flutti heim aftur til Føroyar.

starvsleið

Í 2010 fluttu familjan og eg heim til Føroya at búgva. Frá 2011 til 2014 var eg í starvi í optikkhandlinum Skilling í SMS. í 2016 tók eg stig til at stovna egið virki. Fyrstu fimm árini arbeiddi eg burturav við sjónkanningum og sjónvenjingum. Her upplivdi eg mangar gleðiligar løtur, har ið børn megnaðu at venja sína sjón so mikið, at tey fingu betri lesiførleikar, motorikk, sjálvsálit og lívsgóðsku sum heild. Í november 2021 víðkaði Samsjón sítt virksemi, og selja vit nú eisini brillur, verndarbrillur við styrki, kikarar o.a.

sjónvenjing

Eyka útbúgvingina til sjónvenjara havi eg tikið á skeiðum í Danmark og Noregi síðan 2012. Hetta er eitt fakøki í skjótari menning, og luttaki eg tí regluliga á skeiðum, ráðstevnum og fundum.

servitan

Higartil havi eg lokið skeið við servitan um hesi øki:

  • Visiomotoriskir trupulleikar

  • Innlæringartrupulleikar í sambandi við sjónina

  • Skeitan og dovið eyga

  • Viðgerð av sjónini hjá fólki við seinheilaskaða

motorikkvegleiðing

Útbúgvingina til motorikkvegleiðara tók eg á trimum modulum, sum Vends motorik- og naturskole hevði í Føroyum í 2017. Henda útbúgving stuðlar undir arbeiðið við sjónvenjing, tí at tá verður arbeitt við bæði fínmotorikki og grovmotorikki. Sjónin er ein integreraður partur av samlaða kropsliga motorikkinum.

føroya
einasti sjónvenjari

Vit hava serkunnleika at venja børn, ung og vaksin við samsjónstrupulleikum. Eisini fólk við seinheilaskaða kunnu fáa góða hjálp av sjónvenjing.

fá sjón fyri søgn

Við loyvi frá foreldrum og børnum hava vit endurgivið tey, sum hava fingið gagn av sjónvenjing frá okkum.

Kanska tú kennir teg aftur?