brillur til einhvønn TØRV

Vit leggja okkum eftir at hava eitt fjølbroytt og tíðarhóskandi úrval – okkurt til øll og til allar aldursbólkar. Vit hava bæði brillur til tey djørvu, sum vilja bera brillur við karakteri, umframt brillur til tey stílreinu, sum vilja hava einar snøggar og klassiskar brillur. Eisini hava vit smartar og haldgóðar brillur til børn.

Úrvalið er fjølbroytt, og sniðini tíðarhóskandi, og stellini og gløsini í bestu góðsku. Vit geva okkum góða tíð at vegleiða og at hjálpa tær at finna tað rætta stellið og gløsini – júst til tín tørv.

Nýtt frá

Charles Stone

Vørumerki

Imago

Imago Titanium

Imago Ultra light

Imago Verde

EsCHenbach

Humphrey´s

Titanflex

Titanflex kids

JOS

William Morris

William Morris London

William Morris Black label

Charles Stone

Thomsen DENMARK

Titanium

Indvidual

Comfort

Comfort KIDS

SITUR TÚ NÓGV
VIÐ TELDU?

Flestu arbeiðspláss lata stuðul til starvsfólkini, um tey sita nógv við telduna og arbeiða og sostatt hava tørv á skermbrillum. Skermbrillur laga seg til júst tíni eygu og tær arbeiðsumstøður, sum tú arbeiðir í. 

  • Gløsini í skermbrillum hava ávísar eginleikar. Um tú situr í einum opnum skrivstovulandslagi, hevur tú tørv á bæði at síggja inn í skermin og yvir á tínar starvssfelagar. Tá mugu gløsini hava ymiska styrki, um tú ikki skalt noyðast at hyggja upp um brillurnar, tá ið tú samskiftir við starvsfelagarnar. Men situr tú fyri teg sjálva/n í einum høli, hevur tú kanska ikki sama tørv á at síggja longri enn til telduskermin. Tá eru gløs við einkultstyrki ofta nøktandi.

    Ljósið í telduskermum, teldlum, telefonum og sjónvørpum er vanliga eitt sterkt bláligt ljós, sum er strævið fyri eyguni. Skermbrillur hava tí eitt ljósfiltur í gløsunum, sum broytir tað bláa ljósið til eitt natúrligari ljós. Tað bláa ljósið er serliga ikki gott um kvøldarnar, tí tað tarnar framleiðsluni av tí svøvnfremjandi hormoninum melatonin. Bláa ljósið kann ávirka svøvnrytmuna, sum aftur ávirkar tín trivnað og títt arbeiðsavrik.

    Hóast tú ikki hevur tørv á brillum við styrki í, so kunnu einar brillur uttan styrki, men við bláa filtrinum í, vera gagnligar, tá ið tú situr við telduna.

    Gløsini til skermbrillur hava eisini aðrar eginleikar, har ið tú saman við optikaranum kanst finna bestu loysnina til júst tín tørv.

  • Skermar eru týdningarmesta amboðið á nógvum arbeiðsplássum í dag. Nógv skermtíð kann geva strongd og troytta eyguni. Sjónin broytist alt lívið, og vanliga henda stórar broytingar, tá ið vit fara um tey 40.

    Tey mest vanligu tekini um, at tú hevur tørv á skermbrillum eru høvuðpína, móð, turr og reyð eygu umframt pínu í nakkanum og upp í høvdið. Uttan skermbrillur kann bæði trivnaður og avrik hjá starvsfólki verða nógv darvað.

  • Vilt tú vita meira um skíggjabrillur, ert tú sjálvandi vælkomin at tosa við okkum. 

    Annars kunnu vit eisini vísa til síðuna hjá danska felagskapinum Øjenforeningen, har ið tú kanst lesa meira um skermbrillur. 

KANNA SJÓNINA

VANLIG SJÓNKANNING

30-45 min.

Hetta er ein sjónkanning, har ið kannað verður, um tú ert langsýnt/ur, nærsýnt/ur og møguliga hevur bygningsbrek. Um sjónin bilar, er vanligasta loysnin at fáa brillur. 

Vit kanna sjónina sum heild og hyggja m.a. at, hvussu væl eyguni samstarva (t.e. samsjónin); hvussu góð fokuseringsevnini eru; og hvussu væl tu sært í 3D.

Vísir kanningin, at sjónin ikki er nøktandi, fært tú eina góða frágreiðing um, hvørjir møguleikar eru, um tað er best at fáa brillur/linsur, ella um tú kanska hevði fingið størri gagn av sjónvenjing.

Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at keypa nýggjar brillur frá okkum – og tá er kanningin púrasta ókeypis! Ynskir tú einans at gera kanningina og fáa brillureseptina útflýggjaða, ber tað eisini til. Tá taka vit eitt gjald fyri ómakin.

VÍÐKAÐ SJÓNKANNING

Upp til 1 ½ tíma

Hetta er ein víðfevnd sjónkanning bæði í optikarastólinum og við øðrum mátitólum á klinikkini, sum vísa, hvussu eyguni samstarva og virka sum heild.

Vit kanna m.a.:

  • Eygnarørslur (fylgirørslur)

  • Fokuseringsevni (at síggja klárt – við skifti frá nær til fjar og øvut)

  • Samsjón (hvussu væl eyguni samstarva)

  • 3D-sjón (dýpd)

  • Koordinatión (sjón og rørsla)

  • Visualiseringsevni (at minnast í myndum)

  • Visuel perseptión (hvussu tú kognitivt megnar at fata og formidla tað, ið tú sært)

  • Primitivu refleksini

  • Kropsligu javnvágina (labyrint-sansurin, taktil-sansurin og kinæstesi-sansurin)

Um so er, at kanningin vísir, at eyguni hvør í sínum lag síggja nóg væl, men at tey ikki hava eitt nøktandi samstarv, kann væntast, at vit viðmæla sjónvenjing. Hetta eru neyvt tilrættislagdar venjingar til tørvin hjá hvørjum einstøkum, sum kunnu bøta um teir førleikar, sum kanningin vísur eru niðursettir.

bið um tíð til
sjónkanning

aðrar vørur

Umframt vanligar brillur og skermbrillur, selja vit eisini hópin av øðrum vørum til tín, sum vil forkela eyguni. Vit hava eitt nú verndarbrillur til arbeiðsfólk umframt ymiskt so sum kikarar, luppar og enntá svimjibrillur við styrki.

  • Um tú fæst við seyð, gongur í haga, ert nógv í báti ella hevur áhuga fyri fugli, so er ein kikari eitt kærkomið amboð. Ein kikari er eisini altíð ein góð gáva at fáa bæði hjá vaksnum og børnum.

    Kom inn á gólvið og síggj. Vit hava ymisk merki í ymiskum príslegum.

  • Arbeiðsgevarin eigur ábyrgdina í, at tú arbeiðir í einum tryggum umhvørvi og hevur røttu verndarútgerð. Tí er tað oftast soleiðis, at arbeiðsgevarin rindar fyri verndarbrillurnar. ​

    Vit hava avtalu við altjóða veitaran av verndarbrillum Safe Vision by Hoya. Hetta eru verndarbrillur, sum lúka altjóða trygdargóðkenningina EN166, eru CE merktar og hóska til arbeiðspláss bæði á landi og sjógvi - úti sum heima. 

    Trygdin alt at siga

    Tað kann vera ófantaligt at nýta vanligar verndarbrillur uttan á tínar egnu privatu brillur. Vanligu brillurnar døgga ofta, tá ið tær vera brúktar innan fyri grímu ella aðrar verndarbrillur. Tá kann endurskin ella ein dupultmynd ofta órógva sjónina, og í ringasta fall seta trygdina í vanda. 

    Trygdarbrillur við styrki eru besta loysnin. Tú sært betur, og tað er tryggari. Fyri títt arbeiðspláss hevur hetta m.a. tað virðið, at starvsfólk eru á bestan hátt vard móti eygnaskaðum, og hetta er eitt gott tekin at senda til umheimin, sum virðismetir, at tykkara arbeiðspláss tekur trygdina í álvara.

    15 snið at velja í

    Í handlinum hava vit 15 ymisk snið, sum tú kanst velja ímillum. Vit bíleggja tínar brillur heim við júst tíni styrki og tí glasgóðsku, sum tú velur. Stellini fáast antin í plasti ella í ’hypoallergeniskum’ rustfríum stáli, og allar hava vernd á síðuni. Tú ert vælkomin inn í handilin at royna ymisku sniðini.

    Næsta avgerð er gløsini

    Tá sjónkanning er gjørd, vita vit, hvørjari styrki tú hevur tørv á. Tú kanst velja millum gløs við einkultari styrki og progressiv (fleirstyrki-) gløs við ymiskum eginleikum, t.d. smalt ella breitt lesifelt. Øll gløsini eru herdað glas, sum minkar um skøvur á brillurnar.

  • Vit hava bæði størri og smærri luppar á handilshillini. Teir eru av merkinum Astro. Hesir vera nógv brúktir m.a. í kvøldskúlum og til ymisk handverk, har ið eitt gott arbeiðsljós kemur væl við. 

  • Vit selja eisini svimjibrillur við styrki.

    Spyr okkum um snið og møguleikar annars.

Um Samsjón