Dagført 1. januar 2020
Vanlig sjónkanning (brillu-resept) – Kr. 650,-
– tekur uml 30-45 min.
Hetta er ein sjónkanning har kanna verður um ein er langsýntur, nærsýntur ella hevur bygningsfeil. Um so er, at sjálv sjónin bilar, verður ein brillurecept útflýggjað, sum kann takast við til einhvønn optikhandil, um ein ynskir brillur ella linsur.
Afturat hesum verður serligur dentur lagdur á, at kanna gjølla, hvussu sjónin virkar sum heild. Har verður tað m.a hugt eftir hvussu væl eyguni samstarva (samsjónin), hvussu góð fokuseringsevnini eru, hvussu væl ein sær 3D og ymiskt annað.
Út frá kanningini verður so greitt væl frá hvørjir møgulleikar eru, um tað besta er brillur/linsur ella um ein hevði fingið stórst gagn av sjónvenjing.
Keypir tú brillur frá Samsjón, so er sjónkanningin ókeypis!
Víðka sjónkanning – Kr. 1.250,-
– tekur uml 1 1/2 tíma
Hetta er ein umfatandi sjónkanning bæði í optikarastólinum og við øðrum mátitólum á klinikkini, sum vísa hvussu eyguni samstarva og virka sum heild.
Her verður m.a. kanna:
– Eygnarørslur (fylgirørslur)
– Fokuseringsevni (at síggja klárt við skifti frá nær til langt og øvugt)
– Samsjón (hvussu væl eyguni samstarva)
– 3D-sjón (dýpd)
– Koordinatión (sjón og rørsla)
– Visualiserings evni (at minnast í myndum)
– Visuel perceptión (hvussu megnar ein kognitivt at fata og formidla tað ein sær)
– Primitivu refleksini
– Kropsliga javnvágin (labyrint-sansurin, taktil-sansurin og kinæstesi-sansurin)
Um so er, at kanningin vísir at ein sjónvenjingartilgongd kann bøta um teir
førleikar sum kanningin vísur eru niðursettir, verður ein venjingarætlan løgd tilrættis. Tú fært sjálvsagt fyrst møguleikan at fara heim at hugsa teg um, um hetta er nakað fyri teg, og um tú hevur tíð og orku at venja 20 min. dagliga.
Síðani kanst tú venda aftur, og byrja uppá 1. stig í venjingarætlan sum er málrætta til júst tín tørv.
Venjing – 1 tími Kr. 900,- fyri hvørja ferð.
Sjónvenjing er samansett av venjing inni á klinikkini og heima. Umleið triðju hvørja viku kemur tú inn til klinikkina, har vit gjøgnumganga tær venjingar tú hevur vant heima.
Síðani fært tú nýggjar venjingar, sum tú so aftur venur heima – í uml. 20 minuttir hvønn dag. Ongin er púra eins, so hvussu leingi ein slík venjingarætlan varir, er treyta av hvør sjónstrupulleikin er, men sjálvandi eisini av venjingarinnsatsinum heima.