Um Samsjón

Eg eiti Karina Højgaard og eri autoriseraður optikari (optometrist), sjónvenjari og motorikkvegleiðari.

Karina, Andlit
Karina Højgaard

Optikari

Eg bleiv útlærd sum optometrist á optikaraskúlanum í Keypmannahavn í 2009, har mín lærustovnur var Synoptik. Eftir loknan lestur fekk eg arbeiði hjá ketuni Profil Optik í Keypmannahavn, har eg kom runt til fleiri ymiskar optikhandlar at arbeiða. Har var eg í uml eitt ár.

Í 2010 fluttu familjan og eg heim til Føroyar at búgva. Frá 2011 til 2014 var eg í starvi í optikkhandlinum Skilling í SMS.

Sjónvenjari

Eyka útbúgvingina til sjónvenjara havi eg tikið á skeiðum í Danmark og Noregi síðani 2012. Hetta er eitt fakøki í skjótari menning, og luttaki eg tí regluliga í skeiðum, ráðstevnum og á fundum.

Higartil havi eg t.d. servitan um hesi økir:  “visomotoriskir trupulleikar“, “innlæringar trupulleikar í samband við sjónina”  og “skeitan og dovið eyga“. Við hesi útbúgving kann man sum optikari víðka sína tænastu til eisini at umfata sjónvvenjing til teir kundar, sum kunnu hava gleði av hesum.

Undirvísarar í Danmark vóru:
Hans Tærsbøl frá Roskilde Synspleje og Mogens Henriksen frá Synsplejeklinikken, Auning.
Steen Aalberg frá Synsplejeklinikken, Sønderborg.
Undirvísari í Noregi var:
Dr. Poul Harris, ein av mest viðurkendu undirvísarum og sjónvenjarum í USA.

Motorikkvegleiðari

Útbúgvingina til motorikkvegleiðara tók eg á trimum modulum, sum Vends motorik- og naturskole hevði í Føroyum í 2017.

Tænastan

Samsjón er ein sjónsklinikk, sum ger sjónkanningar – bæði vanligar og víðkaðar kanningar. Vit hava haraftrat serkunnleika í at kanna og gera serligar venjingar í sambandi við samsjónstrupulleikar.

Ring á fartelefon 250800 ella skriva til samsjon@samsjon.fo.

Búmerki

Búmerki er ment í góðum samstarvi við Qodio, sum eisini hava verið sera hjálpsamir á annan hátt í sambandi við Samsjón. Stór tøkk til tey!

Búmerkið ímyndar ein ´Brocks string´, sum er ein av mongum venjingarútgerðum til sjónvenjingar.