Nógv fólk til móttøkuna 2. juni 2016

This slideshow requires JavaScript.

Nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið tá Samsjón hevði almenna móttøku seinnapartin týsdagin 2. juni 2016. Umframt familju, vinir og kenningar, so vóru fleiri umboð fyri kommunur, skúlar og aðrar stovnar sum arbeiða við sjón, lesing og læring. Eisini vóru fólk, sum sjálvi høvdu sjóntrupulleikar, og ynsktu at fáa eina kanning og meting av um sjónvenjing kundi hjálpt teimum.

Sosatt er Samsjón komin væl frá byrjan.

Onnur, sum ikki vóru inni á gólvinum henda dagin, eru vælkomin á vitjan aðrar dagar, tá tað passar teimum.

Túsund takk fyri vitjanir, heilsanir, gávur og øll góð ynskir.

Við ynski um gott samstarv.

Heilsan
Karina

Advertisements