Børn og innlæring

Lesing er multitasking
Tá eitt barn skal læra at lesa, krevur tað nógv av bæði sjón og kroppi. Fyrst skulu eyguni samstarva fyri at kunna stilla klárt á bókstavirnar í bókini og skilja tekstin. Haraftrat skulu eyguni flyta seg fram við einari reglu, so tey ikki leypa orð um, ella missa vekk hvar tey eru komin til.

Harafturat krevst at barnið kann hugsavna seg og útiloka órógvandi sjónsinntrykk, so sum at síðumaðurin vippar á stólinum, ella at aðrir næmingar spæla úti í skúlagarðinum.

Grovmotorikkur og fínmotorikkur
Grovmotorikkurin hevur stóran týdning fyri innlæringina hjá barninum. Tá man megnar betur at planleggja hvussu kroppurin skal flyta seg, so styrkjast eisini førleikarnir at lesa. Hetta tí at grovmotorikkurin (høvd, armar og bein) er grundlagið undir fínmotorikkinum (eygu, tunga, fingrar og tær).

Lesing er at minnast í myndum
Visualiseringsevnini eru sera týdningarmikil fyri at barnið lættari kann hugsa og minnast í myndum. Tað betrar um støddfrøðiligu fatanina og staviførleikan, soleiðis at tað blívur lættari at minnast, og at skilja tað sum verður lisið.

Sjónvenjing kann hjálpa
Lesitrupulleikar kunnu í ringasta føri hava við sær, at evnarík og virkin børn missa hugin til at ganga í skúla ella íðka ítrótt.

Sjónvenjing kann geva hesum børnum hugin aftur, soleiðis at tey uppliva tað at lesa, sum stuttligt og spennandi, ístaðin fyri sum eina súra skyldu.

Venjingin fær barnið til at brúka síni evnir optimalt og hjálpir við at geva barninum sjálvsálitið aftur.

Advertisements