Hvør fær gleði av sjónvenjing?

Umframt tað at síggja klárt og týðiligt, gevur sjálv samsjónin okkum eina vælvirkandi sjón. Samsjón er førleikin hjá báðum eygunum at arbeiða saman. Eitt gott samstarv millum eyguni, góð fokuseringsevni, saman við neyvum eygnarøslum, eru við til at geva okkum eina lætta sjón tá vit t.d. eru til arbeiðis, í skúla, í ferðsluni ella íðka ítrótt.

Men ein góð samsjón er ikki nøkur sjálvfylgja!
Kanningar vísa at uml. 15% av øllum børnum og vaksnum hava samsjónstrupulleikar í stórri ella minni mun. Samsjónstrupulleikar kunnu viðføra nógvar ampar í gerandisdegnum, t.d kann lesing vera trupul. Teir flestu samsjónstrupulleikarnir kunnu bøtast um við sjónvenjing.

Hvussu veit eg um mín samsjon er góð ella ring?
Tað finnast nógv ymisk tekin uppá samsjóns trupulleikar. Umleið 5. hvørt barn og vaksin hava trupulleikar við samsjónini. Hjá skúlabørnum kemur hetta ofta týðiligast til sjóndar í 3. – 4. flokki, við tað at barnið hevur lesitrupulleikar. Tá kann barnið longu vera tvey ella fleiri flokstrin aftanfyri í lesing. Hjá smærri børnum og hjá vaksnum er tað annað, sum kann vera tekin uppá at samsjónin ikki er nøktandi.

Eitt ella fleiri av niðanfyri nevndu eyðkennum kunnu vera tekin uppá at barnið ella tann vaksni hevur samsjónstrupulleikar:

Tað yngra barnið

  • Dámar ikki at mala runt ella reiggja
  • Fær lætt bilverk og sjóverk
  • Ringa javnvág (balansa)
  • Er ella hevur verið oyrabarn
  • Klombrut, koppar lutir ella smekkar seg í ting
  • Velur bóltspæl frá, hevur ringt við at lofta
  • Ongan áhuga í bókstavum og tølum
  • Hevur ringt við at hugsavna seg
  • Situr óróligt á stólinum

 Skúlabarnið

  • Blívur skjótt troytt og hevur ringt við at savna seg tá tað lesur
  • Hevur ringt við at sita stilt.
  • Loypur orð ella reglur um við lesing
  • Býtir um uppá orð og bókstavir, t.d ringt við at síggja mun ímillum b og d.
  • Skrivar tal og bókstavir speglvent
  • Heldur hondini fyri tað eina eygað tá lesur
  • Missir lætt vekk og má ofta lesa umaftur fyri at skilja tekstin
  • Hevur høvuðpínu, er svimbul, ringa javnvág og bilverk
  • Brúkar fingurin til at fylgja tekstinum
  • Blinkar nógv við eygunum ella tárar – serliga tá tað skal lesa
  • Gníggjar sær í eygunum – eisini tá tað skal lesa
  • Lesur seint og hækkandi
  • Koppar ting ella dettur lætt um egnu bein
  • Velur bóltspæl og annan ítrótt frá
  • Teksturin flytir seg og orðini flóta saman
  • Bókstavir upplivast til tíðir dupultir

 Vaksin

  • Ringt við at minnast tað ein lesur, og má lesa umaftur fyri at skilja
  • Høvuðpínu, svimbul, ringa javnvág og bilverk
  • Ringt við at skifta fokus frá avstand til nær og hinvegin
  • Troytt eftir lesing í stutta tíð
  • Brúkar fingurin við lesing og linjuskift
  • Orienterings trupulleikar, serliga í trafikkinum
  • Lesur seint og hækkandi
  • Lesur skeivt
  • Lítið og onki yvirskot eftir ein arbeiðsdag
Advertisements