Hvat er sjónvenjing?

Brillur ella linsur loysa ikki altíð trupulleikan

Sjónin er meir enn bara at síggja klárt og tíðiligt. Í dag verða stór krøv sett til sjónina í nógvum av lívsins viðurskiftum, bæði hjá yngri og eldri. Um ein hevur sjónstrupulleikar, er vanliga loysnin, at tú fært brillur ella linsur. Men hetta er ikki altíð nóg mikið, og kanska heldur ikki altíð tann besta loysnin.

Í summum førum er sjónvenjing tann besta loysnin

Sjónvenjing er samansett av grovmotoriskum og fínmotoriskum venjingum, sum styrkja um tín førleika at brúka sjónina í gerandisdegnum t.d. tá tú skalt lesa, arbeiða við teldu, koyra bil ella íðka ítrótt.

Sjónvenjing snýr seg ikki bara um eyguni, men er ein samansett tilgongd, har allur kroppurin er í spæli. Tí verður arbeitt við fleriri ymiskum økjum í senn.
M.a við hesum:

  • Eygnarørslur (fylgirørslur)
  • Fokuseringsevni (síggja klárt)
  • Fikseringsevni (síggja einkult)
  • Samsjónin (samarbeiði millum eyguni)
  • Orientering (perifera sjónin)
  • Dýbdarfatan (3D)
  • Koordinatión (sjón og rørsla)
  • Javnvág
  • Visuel savnan (blívur ikki órógvaður av óviðkomandi sansainntrykkum)
  • Kropstilvitan (hvar eru likamslutirnir í mun til hvønn annan)
  • Visualiserings evnini (minnast í myndum)
  • Visuel perceptión (skilja tað sum eg síggi)

 Hví venja sjónina?

Sjónin er okkara týdningarmiklasti sansur. Heili 80% av allari sansing er umvegis sjónina. Tí hevur ein góð sjón alstóran týdning fyri at vit klára okkum væl í dagligu avbjóðingunum.

Endamálið við sjónvenjing er at menna førleikar, ið eru neyðugir fyri eini vælvirkandi sjón í mun til tørvin hjá tí einstaka m.a. í sambandi við lesing, arbeiðið við skíggja, bilkoyring og íðkan av ítrótti.

Sjónvenjing styrkir samsjónina

Eisini er endamálið at avmarka ella beina burtur teir ampar, som eru av einari ringari samsjón. Ein ring samsjón er, tá eygnavøddarnir ikki arbeiða saman við heilanum og kroppinum. Eyguni skulu megna fleiri førleikar um somu tíð. Tey skulu samskipa fokusering hjá báðum eygum, rætta eyguni móti tí sama punktinum, og samstundis gera myndina tíðiliga.

—–

Í hesum videobrotið greiðir amerikanski sjónvenjarin Dr John Abbondanza stutt og greitt frá hvat sjónvenjing er:

Hvussu gongur tað fyri seg?

Tá tú hevur fingið eina tíð hjá Samsjón verður fyrst gjørd ein screening. Hetta er ein umfatandi sjónkanning í optikarastólinum, umframt at vit gjøgnumganga eitt spurnarblað.

Verður staðfest at tú kanst fáa gagn av sjónvenjing, fært tú møguleikan at fara heim at hugsa teg um. Síðani kanst tú venda aftur og fáa gjørt eina venjingarætlan málrætta til tín tørv.

Sjónvenjing er samansett av venjing inni á klinikkini og heima.  Umleið triðju hvørja viku kemur tú inn til klinikkina, har vit gjøgnumganga tær venjingar tú hevur vant heima. Síðani fært tú nýggjar venjingar, sum tú so aftur venur heima – í uml. 20 minuttir hvønn dag. Ongin er púra eins, so hvussu leingi ein slík venjingarætlan varir, er treyta av hvør sjónstrupulleikin er, men sjálvandi eisini av venjingarinnsatsinum heima.

Málið við venjingunum er at betra um tey visuellu evnini, stig fyri stig. Venjingarnar lagast til eftir torleikastigi, soleiðis at tað allatíðina er ein avbjóðing í tí einkultu venjingini.

Sjónvenjing er ein breið blanding av venjingum og aktivitetum, sum sameina spæl og innlæring, soleiðis at tað er bæði stuttligt og spennandi hjá tí sum venur, men samstundis eisini passaliga avbjóðandi. Venjingarskráin verður laga til individuelt, og sjálvar venjingarnar tilpassaðar eftir aldri og førleika.

Tá sjónin er tætt bundin at restini av kroppinum og at okkara sansaskipan, vil venjingin fyri tað mesta eisini innihalda ymiskar motorik- og balansavenjingar. Á hendan hátt lærir tann sum venur at fáa tamarhald á bæði kroppi og eygnarørslum samstundis.

Tey visuellu evnini vera vand so mikið ofta, at tey verða sjálvvirkandi. Og soleiðis at tað fer minst møgulig tilvitað orka til sjónina.

Ein kemur ikki sovandi til eina vælvirkandi samsjón. Venjingin krevur motivatión og góðan stuðul frá foreldrunum, um tað er eitt barn sum venur.

Tað besta við slíkari venjing, í mun til so nógvar aðrar kropsligar venjingar, er, at tá samsjónin fyrst er komin upp á pláss, er vandin fyri afturstigi sera lítil, og tað vil tí sjáldan vera neyðugt at halda venjingina við líka.

—–

Í hesum videobrotið greiðir amerikanski sjónvenjarin Dr John Abbondanza stutt og greitt frá hvussu sjónvenjing virkar:

Advertisements